60. fundur

Ár 2004, týsdagin 30. mars kl. 09.05 varð tingfundur settur.

Sverre Midjord, løgtingsmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004.
  2. Fundur nirðurlagdur kl. 11.55
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at
    - mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 34/2003: Uppskot til broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan, nr. 36/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið, og nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    - løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmálini nr. 56-1/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002, nr. 56-2/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunninurin fyri fíggjarárið 2002, nr. 56-3/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunninurin fyri fíggjarárið 2002, nr. 56-4/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2002 og nr. 56-5/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2002.
    – Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 57/2003: Uppskot til samtyktar um at siga úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið og estisku lýðveldisstjórnina,
    - Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 59/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (aligoymslur v.m.), og nr. 60/2003: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka, og
    - Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".

    Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at tingmálini nr. 56-1/2003, nr. 56-2/2003, nr. 56-3/2003, 56-4/2003 og nr.
    56-5/2003 kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Olav Enomoto, Sverre Midjord, Óli Breckmann, Hergeir Nielsen, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam, Johan Dahl, Alfred Olsen, Andrias Petersen, Kristian Magnussen og Henrik Old.

    Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at tingmálið nr. 57/2003, nr. 59/200, nr. 60/2003 og nr. 61/2003 kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg, Andrias Petersen, John Johannessen, Heðin Zachariasen, Óli Breckmann, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Johan Dahl, Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Olav Enomoto, Henrik Old, Kristian Magnussen og Poul Michelsen.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 31. mars 2004 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður - Strendur og Norðskála – Oyri.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.05. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari