55. fundur

Ár 2004, mikudagin 17. mars kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal, Johan Dahl, Lisbeth L. Petersen og Sverre Midjord, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jógvan við Keldu og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
    Málið beint í mentanarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2003: Uppskot til samtyktar um at velja umboð Løgtingsins til Norðurlandaráðið, 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2003: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum, 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 52/2003: Uppskot til samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2003: Uppskot til samtyktar um almennan málpolitikk.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-33/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í orkumálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, um nýggja elveitingarlóg og umhvørvisvinarliga orkuframleiðslu.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 18. mars 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í orkumálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, um nýggja elveitingarlóg og umhvørvisvinarliga orkuframleiðslu.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2003: Uppskot til samtyktar um at velja umboð Løgtingsins til Norðurlandaráðið.
    Málið verður beint í Uttanlandsnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2003: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2003: Uppskot til samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2003: Uppskot til samtyktar um almennan málpolitikk.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.38. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari