52. fundur

Ár 2004, hósdagin 11. mars kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kaj Leo Johannesen, Bill Justinussen og Poul Michelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Jógvan við Keldu og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-31/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um almennar útsagnir og politiska habilitetin hjá nývalda norðurlandaráðsumboði Løgtingsins Óla Breckmann.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2003: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttaskúla við Meginskúlan í Sandoynni.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 32/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2003: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. mars 2004 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2003: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin).
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.45. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari