51. fundur

Ár 2004, mikudagin 10. mars kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Jógvan við Keldu og Bjørn Kalsø og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2003: Uppskot til broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    Málið beint í mentanarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-31/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um almennar útsagnir og politiska habilitetin hjá nývalda norðurlandaráðsumboði Løgtingsins Óla Breckmann.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 11. mars 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-31/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um almennar útsagnir og politiska habilitetin hjá nývalda norðurlandaráðsumboði Løgtingsins Óla Breckmann.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2003: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttaskúla við Meginskúlan í Sandoynni.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2003: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.30. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari