46. fundur

Ár 2004, mikudagin 18. februar kl. 13.38 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Hergeir Nielsen og Lisbeth L. Petersen, og Johan Dahl, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-26/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi vallógini.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 25. februar 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi vallógini.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  4. Val av nevningagrundlistanevndum.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.58. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari