41. fundur

Ár 2003, leygardagin 20. desember kl. 18.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Heðin Mortensen,  Katrin Dahl Jakobsen, Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen, Jákup Mikkelsen og Jenis av Rana, landsstýrismenninir Jacob Vestergaard, Bjarni Djurholm og Eyðun Elttør, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2003: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2003.
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 23-0-0.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Høgna Hoydal og Kára P. Højgaard til § 12, 12.21.6.09. Eldri og brekað samtykt 23-0-0.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggarnevndini, Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal og Kári P. Højgaard) samtykt 13-0-10
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða leygardagin 20. desember 2003, kl. 10 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2003: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2003.
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.40.  

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari