11. fundur

Ár 2003, týsdagin 30. september kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Alfred Olsen, Marjus Dam, Johan Dahl, Hergeir Nielsen, Rúni Hentze, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Jenis av Rana, Jørgen Niclasen, Jógvan við Keldu og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismenninir Jacob Vestergaard, Eyðun Elttør og Høgni Hoydal, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 1-1/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004 og nr. 1-2/2003: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2003

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 8. oktober 2003, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2003: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2003
  3. Framløga 

Fundur lokin kl. 13.45.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari