Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

80. fundur

Fríggjadagur 15. mars 2002

kl. 12.35

 

Ár 2002, fríggjadagin 15. mars, kl. 12.35, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge og Jenis av Rana, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Helenu Dam á Neystabø, Eyðun Viderø, Rúnu Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Paula Strøm til § 2 samtykt 21-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 15. mars 2002 kl. 12.40 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.

Fundur lokin kl. 12.39. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari