Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
78. fundur |
Hósdagur 14. mars 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, hósdagin 14. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum
v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2001:
Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti handli
v.m. við Serbia og Montenegro.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0.
Málið avgreitt.
- Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr.
27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av
rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin).
Uppskot frá Finnboga Ísakson um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-20. Broytingaruppskot
frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 24-1-5. Uppskotið, sum
samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 21-1-8.
Málið avgreitt.
- Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr.
38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (Skattalógin).
Uppskot frá Lisbeth L. Petersen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-1-8. Málið beint aftur
í fíggjarnevndina.
- Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-51/2001
frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska
sjúkrahúsverkinum.
Málið avgreitt.
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningo nr. 100-53/2001
frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi heildarveitingini og NATO.
Málið avgreitt.
- Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr.
100-52/2001 frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilmælinum um
sernámsfrøði.
Málið avgreitt.
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-54/2001
frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum við Fámjin.
Málið avgreitt.
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-55/2001
frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingsfíggjarlógini og
eykajáttanum.
Málið avgreitt.
Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, í skrivi, dagfest
14. mars 2002, hevur tikið tingmál nr. 38/200:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin) aftur.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 15. mars 2002 kl. 10.00 við hesi
dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 2.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001: Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001: Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 2.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 3.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 13/2001: Uppskot
til løgtingslóg um fólkanøvn.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001:
Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2001:
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om
tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til
skipasmiðjur.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í
"lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001:
Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001:
Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 18.50.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari