Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
77. fundur |
Mikudagur 13. mars 2002 |
kl. 10.00 |
Ár 2002, mikudagin 13. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á
fundi.
Til viðgerðar:
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann.
Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Finni
Helmsdal, til § 4 fall 10-0-19.
§§ 1 til og við 10 fullu 10-0-19. Málið sostatt
fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
§§ 1 og 2 fullu 8-0-22.
Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2001:
Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi
norðhavssild í 2002.
Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2001:
Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í
landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002.
Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001:
Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
§§ 1 til og við 18 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer
soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer
soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2001:
Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir
fáa fulla ávirkan og innlit.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen,
Henrik Old, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard, til uppskotið til samtyktar
samtykt 25-5-0. Uppskot
til samtyktar soleiðis broytt samtykt 24-6-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli 94/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar 27-1-2.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar
í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 30-0-0. Uppskotið fer
soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
Uppskotið fall 14-1-14. Málið
sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 2.
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 30-0-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 31-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
Uppskotið samtykt 30-1-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001: Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 2.
Uppskotið samtykt 19-0-9. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 3.
Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Jóanis Nielsen og Signar á Brúnni samtykt 24-5-2. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt
26-4-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (Skattalógin).
Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
- Ófráboðaðir
fyrispurningar.
- Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr.
67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (Skattalógin).
§§ 1 og 2 samtyktar 17-1-13.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen til § 1, nr. 1 samtykt 21-2-8. Broytingaruppskot
frá Óla Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen til § 1, nr. 2 samtykt 29-0-2. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 29-0-2.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
§§ 1 og 2 samtyktar
31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov
om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".
Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard til ríkislógartilmæli fall 7-0-22. Uppskot til
ríkislógartilmæli samtykt
16-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2001:
Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
§§ 1 og 2 fullu 7-2-20.
Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Broytingaruppskot frá Henrik Old og Dan R. Petersen til § 1 fall 8-0-21. Broytingaruppskot
frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni,
Inga Olsen, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1 og 2 samtykt 25-4-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 25-4-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til
skipasmiðjur.
§§ 1 og 2 samtyktar 15-11-3.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001:
Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
§§ 1 og 2 samtyktar 20-8-1.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
Broytingaruppskot I frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen,
Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1 og 2
fall 7-6-17.
Broytingaruppskot II frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen,
Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1, 3
og 7 samtykt 23-5-2. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 26-3-1.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2001: Uppskot
til løgtingslóg um fólkanøvn.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Helenu Dam á Neystabø, Hans
Paula Strøm, Alfred Olsen, Rúnu Sivertsen og Eyðun Viderø til §§ 1, 2 og 21 samtykt 16-3-8. Broytingaruppskot
frá samdari rættarnevnd til § 20 samtykt 27-0-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt
19-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
Heðin Mortensen og Finnur Helmsdal boðaðu frá, at teir tóku seg burtur úr
meirilutanum í broytingaruppskotinum frá mentanarnevndini. Broytingaruppskot frá
minnilutanum í mentanarnevndini, Jóanis Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen, og Jenis av Rana
til § 2 fall 11-0-17.
§§ 1 og 2 fullu 9-2-17.
Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot
til løgtingslóg um frískúlar.
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 4 samtykt 20-4-3. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt
26-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmálunum nr.
27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av
rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin) og nr.
38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (Skattalógin).
Tikið av dagsskrá:
Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr.
101-8/2001: Frágreiðing sambært §51, stk. 4 í tingskipanini frá
landsstýrismanninum í oljumálum um oljumál.
Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, í skrivi dagfest
13. mars 2002 hevur tikið tingmál nr. 1-10/2001: Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 4 aftur, og at Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, í skrivi 13. mars 2002 hevur tikið tingmál nr.
32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov
om behandling af personoplysninger" aftur.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 14. mars 2002 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya
Løgting.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av
motorakførum v.m.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti
handli v.m. við Serbia og Montenegro.
- Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr.
27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av
rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin)
- Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-51/2001
til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av
Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska
sjúkrahúsverkinum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-52/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi
tilmælinum um sernámsfrøði.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-53/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi
heildarveitingini og NATO.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-54/2001 til
Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sambandinum við Fámjin.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-55/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
løgtingsfíggjarlógini og eykajáttanum.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 21.45.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari