Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

76. fundur

Týsdagur 12. mars 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, týsdagin 12. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm, Kristian Magnussen, Marjus Dam og Jenis av Rana til § 1, nr. 2 fall 14-0-16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger".
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 fullu 14-1-15. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
    §§ 1 og 2 fullu 12-2-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2001: Grannskoðan av almennum roknskapum – landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2000.
    Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  10. Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-47/2001 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Fróðskaparsetri Føroya.
    Málið avgreitt.
  11. Fundur niðurlagdur kl. 11.50.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  12. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-7/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í mentamálum um mentan og menning.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. mars 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

Ófráboðaðir fyrispurningar verða kl. 13.30

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild í 2002.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2001: Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 2.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 3.
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".
  19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2001: Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  20. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  21. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur.
  22. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
  23. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
  24. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
  25. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  26. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
  27. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 4.
  28. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-8/2001: Frágreiðing sambært §51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í oljumálum um oljumál til aðalorðaskiftis.
  29. Framløga

Fundur lokin kl. 16.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari