Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

75. fundur

Mánadagur 11. mars 2002

kl. 17.30

 

Ár 2002, mánadagin 11. mars, kl. 17.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Helena Dam á Neystabø, Signar á Brúnni, Finnur Helmsdal og Hergeir Nielsen, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bjarni Djurholm, Óli Holm, Høgni Hoydal, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at
    Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-10/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 4. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, 2. stk. í tingskipanini, at málið kann koma til viðgerðar: Jóanis Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann, Finnbogi Arge, Rúna Sivertsen, Heðin Mortensen, Alfred Olsen, Henrik Old, Heini O. Heinesen, Jenis av Rana, Annita á Fríðriksmørk, Hans Pauli Strøm, Vilhelm Johannesen, Dan R. Petersen, Jóannes Eidesgaard, Katrin Dahl Jakobsen, Flemming Mikkelsen, Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Eyðun Viderø og Finnur Helmsdal.
    - trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann, og nr. 76/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt,
    - uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 89/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild í 2002, og nr. 90/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002,
    - mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað, og nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar,
    - vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 66/2001: Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit, nr. 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m., og nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.,
    - fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-5/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002, nr. 1-7/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002, nr. 1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 2, nr. 1-9/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 3, nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), nr. 68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.

Fundur niðurlagdur kl. 17.50.
Fundur uppafturtikin kl. 18.25.

Formaðurin boðaði frá, at
fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2, nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002", og nr. 88/2001: Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald,
- vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, nr. 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur, nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági, og nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð,
- rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn,
- mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 87/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, og nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 12. mars 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger".
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2001: Grannskoðan av almennum roknskapum – landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2000.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-47/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Fróðskaparsetri Føroya.
  11. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-7/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í mentamálum um mentan og menning.
  12. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.35 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari