Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

74. fundur

Fríggjadagur 8. mars 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 8. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Lisbeth L. Petersen og Marjus Dam, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Straffedomstol".
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2001: Grannskoðan av almennum roknskapum – landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2000.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 12.25.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 84/2001: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum 2002.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
    Málið beint í rættarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið beint í trivnaðarnevndin.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur.
    Málið beint í vinnunevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
    Málið beint í vinnunevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2001: Uppskot til løgtingslóg um avhending av almennum ognum til P/F Fiskaaling.
    Málið beint í vinnunevndina.
  12. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysinger", og nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya løgting

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 11. mars 2002 kl. 17.30 við hesi dagsskrá:

  1. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.25. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari