Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

73. fundur

Hósdagur 7. mars 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, hósdagin 7. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen og Marjus Dam, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Broytingaruppskot I frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm, til § 1, nr. 1 fall 13-3-14. Broytingaruppskot II frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm, til § 1, nr. 2 fall 13-0-17. Broytingaruppskot III frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm, til § 1, nr. 2 fall 13-0-17. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1, nr. 2 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2001: Uppskot til løgtingslóg um eftirlit, váttanarveitan og umsjón sambært Sáttmála Sameindu Tjóða um bann fyri evnafrøðiligum vápnum.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 60 frá 26. mars 1993 um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro (Sambandstjóðveldið Jugoslavia).
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2001: Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
    Málið beint í vinnunevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    Málið beint í vinnunevndina.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Málið beint í vinnunevndina.
  13. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndina hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. mars 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Straffedomstol".
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2001: Grannskoðan av almennum roknskapum – landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 84/2001: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum 2002. Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndin.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2001: Uppskot til løgtingslóg um avhending av almennum ognum til P/F Fiskaaling.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  11. Framløga.

Fundur lokin kl. 21.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari