Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

72. fundur

Mikudagur 6. mars 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 6. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen og Heðin Mortensen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Eyðun Elttør, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-8/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í oljumálum um oljumál til aðalorðaskiftis.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Málini nr. 67/2001 og nr. 68/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild í 2002.
    Málið beint uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002.
    Málið beint uttanlandsnevndina.

    Tingmálini nr. 89/2001 og 90/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2001: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sygeplejersker".
    Málið beint í mentanarnevndina.

    Tingmálini nr. 96/2001 og nr. 97/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 2.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 3.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 1-7/2001, nr. 1-8/2001 og nr. 1-9/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  13. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr 59/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul, og nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 7. mars 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2001: Uppskot til løgtingslóg um eftirlit, váttanarveitan og umsjón sambært Sáttmála Sameindu Tjóða um bann fyri evnafrøðiligum vápnum.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 60 frá 26. mars 1993 um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro (Sambandstjóðveldið Jugoslavia).
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2001: Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  13. Framløga.

 Fundur lokin kl. 21.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari