Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

70. fundur

Mánadagur 4. mars 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mánadagin 4. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Jógvan við Keldu, Hans Pauli Strøm, Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø og Jógvan Durhuus, og

landsstýrismenninir Óli Holm og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-55/2001 til Anfinn Kalsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingsfíggjarlógini og eykajáttanum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2001: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
    Málið beint í trivnaðarnevndin.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd.
    Málið beint í rættarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002"
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at
    Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 84/2001: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum 2002.
    - Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 87/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
    - Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 2 og nr. 88/2001: Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    - Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen
    , løgtingsmenn, hava lagt fram tingmál nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
    - Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard og Henrik Old, løgtingsmenn, hava lagt fram tingmál nr. 1-7/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
    - Páll á Reynatúgvu og Eyðun Viderø, løgtingsmenn, hava lagt fram tingmál nr. 1-9/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 3.
    - Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmál nr. 85/2001: Grannskoðan av almennum roknskapum – landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000
    - Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 60 frá 26. mars 1993 um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro (Sambandstjóðveldið Jugoslavia), nr. 89/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild í 2002, nr. 90/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002, nr. 93/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Straffedomstol" og nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    - Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 91/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar, nr. 96/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum, og nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
    - Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 92/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., nr. 97/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sygeplejersker", og nr. 105/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.
    Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m., 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur, nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v., nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági, og nr. 103/2001: Uppskot til løgtingslóg um avhending av almennum ognum til P/F Fiskaaling.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 5. mars 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Óli Holm, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-7/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í mentamálum um mentan og menning.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
    Málini nr 78/2001, nr. 79/2001 og 80/2001 verða viðgjørd undir einum.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-50/2001 til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-49/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vatninum í Sumbiarbergholinum.
  9. Famløga.

 Fundur lokin kl. 18.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari