Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

69. fundur

Fríggjadagur 1. mars  2002

kl.  10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 1. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Ingi Olsen, Jógvan við Keldu, Flemming Mikkelsen, Heðin Mortensen og Hergeir Nielsen, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Sámal Petur í Grund, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-54/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum við Fámjin.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

    Formaðurin boðaði frá, at freistin at svara fyrispurninginum verður sett til í seinasta lagi 14. mars 2002. Henda freist er eisini galdandi fyri fyrispurningarnar nr. 100-52/2001 og nr. 100-53/2001.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmál nr. 74/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. er tikið aftur av uppskotssetaranum, Karsten Hansen, landsstýrismanni.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m., svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki, og svar upp á fyrispurning nr. 100-50/2001 til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-55/2001 til Anfinn Kalsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingsfíggjarlógini og eykajáttanum.

Løgtingsformaðurin boðaði frá, at seinasti tingfundur fyri løgtingsvalið væntandi verður fríggjadagin 15. mars 2002.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 4. mars 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-55/2001 til Anfinn Kalsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingsfíggjarlógini og eykajáttanum.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2001: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndin.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002"
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.25. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari