Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

68. fundur

Hósdagur 28. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, hósdagin 28. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Flemming Mikkelsen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Broytingaruppskot frá Marjus Dam, Lisbeth L. Petersen, Henrik Old og Kristian Magnussen til skjal 1 og 2 fall 7-2-15. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Málini nr. 1-5/2001 og nr. 1-6/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  9. Famløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 72/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), og at Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 77/2001: Uppskot til løgtingslóg um eftirlit, váttanarveitan og umsjón sambært Sáttmála Sameindu Tjóða um bann fyri evnafrøðiligum vápnum, nr. 78/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu, nr.79/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola, nr. 80/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona og nr. 81/2001: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-54/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum við Fámjin.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 1. mars 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-54/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum við Fámjin
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 73/2001 og nr. 74/2001 verða viðgjørd undir einum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki.
  6. Svar upp á Fyrispurning nr. 100-50/2001 til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum
  7. Famløga.

 Fundur lokin kl. 17.30. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari