Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
67. fundur |
Mikudagur 27. februar 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, mikudagin 27. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Flemming Mikkelsen, Heðin Mortensen og Marjus Dam og
ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Ófráboðaðir
fyrispurningar.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/2001
til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi
tilmælinum um sernámsfrøði.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-53/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi
heildarveitingini og NATO.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2001:
Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring.
Uppskot frá Signar á Brúnni um at beina málið aftur í nevnd samtykt 17-1-8. Málið
beint aftur í vinnunevndina.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
46/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd.
Uppskot til ríkislógartilmæli fall 8-0-18. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2001:
Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa
fulla ávirkan og innlit.
Málið beint í vinnunevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Óli Breckmann, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin, hevur
lagt fram tingmálini nr. 67/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin), og nr.
68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 27. februar 2002 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001:
Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot
til løgtingslóg um adressur.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
Málið verður beint í vinnunevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 2
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Málini nr. 1-5/2001 og nr. 1-6/2001 verða viðgjørd undir einum.
- Famløga.
Fundur lokin kl. 16.55.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari