Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

66. fundur

Týsdagur 26. februar 2002

kl. 15.22

 

Ár 2002, týsdagin 26. februar, kl. 15.22, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Flemming Mikkelsen og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 27. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilmælinum um sernámsfrøði.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-53/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi heildarveitingini og NATO.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2001: Uppskot til  løgtingslóg um marknaðarføring.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2001: Uppskot til  ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2001: Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.25. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari