Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

65. fundur

Týsdagur 26. februar 2002

kl. 15.15

 

Ár 2002, týsdagin 26. februar, kl. 15.15, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Katrin Dahl Jakobsen, Flemming Mikkelsen og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismenninir Óli Holm, Høgni Hoydal, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar).
    Ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 26. februar 2002 kl. 15.22 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar)
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.20. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari