Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

64. fundur

Týsdagur 26. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 26. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Frávik
    Formaðurin skeyt upp, sambært § 85 í tingskipanini, at vikið verður frá tíðarfreistunum til 2. og 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar), soleiðis at málið kann verða avgreitt frá tinginum í dag.
    Samtykt 30-0-0.
  2. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Broytingaruppskot frá Marjus Dam til skjal 1 og skjal 2 fall 11-1-18.
    Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Kára P. Højgaard og Vilhelm Johannesen til frumskjal 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    §§ 1og 2 fullu 14-0-17. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.
    §§ 1 til og við 11 samtyktar 30-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispuriningi nr. 100-46/2001 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bakkaverjuni í Sumba.
    Málið avgreitt.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 1-5/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002, at Lisbeth L. Petersen, vegna Sambandsflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 69/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m., at løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen, vegna Javnaðarflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 70/2001: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra, og nr. 76/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 71/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m., nr. 74/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m., nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002", og nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar), og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-52/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilmælinum um sernámsfrøði, og
nr. 100-53/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi heildarveitingini og NATO.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 26. februar 2002 kl. 15.15 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar)
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari