Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

62. fundur

Hósdagur 21. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, hósdagin 21. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Helena Dam á Neystabø, Karsten Hansen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2001: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndin.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
    Málið beint í rættarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og álit í tingmálunum nr. 47/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), og nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin), at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 45/2001: Uppskot til  løgtingslóg um marknaðarføring, nr. 46/2001: Uppskot til  ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd og nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 22. februar 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar).
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. Famløga.

 Fundur lokin kl. 18.30.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari