Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

61. fundur

Mikudagur 20. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 20. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Ingi Olsen, Lisbeth L. Petersen og Marjus Dam, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska sjúkrahúsverkinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 58/2001 og nr. 59/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og at tingmenninir Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Jenis av Rana hava lagt fram tingmál nr. 66/2001: Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2001: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndin.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  5. Framløga

Fundur lokin kl. 16.15.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari