Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
60. fundur |
Týsdagur 19. februar 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, týsdagin 19. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Hans Pauli Strøm, Lisbeth L. Petersen, Helena Dam á
Neystabø og Heini O. Heinesen, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Sámal Petur í Grund
og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001:
Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
Málið avgreitt.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001:
Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
Málið beint í mentanarnevndina.
- Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-39/2001
frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Jógvan á Lakjuni hava
lagt fram tingmál nr. 60/2001: Uppskot
til samtyktar um broyting í løgtingslóg um kringvarp, at Páll á Reynatúgvu,
løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr.
61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann, at Sámal Petur í Grund,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 62/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg, at Høgni
Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 63/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting, og
at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr.
64/2001: Uppskot
til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar).
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-51/2001
til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av
Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska
sjúkrahúsverkinum.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 20. februar 2002 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
Munnligir fyrispurningar
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/2001 til Sámal Petur í Grund,
landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni,
viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska sjúkrahúsverkinum.
1. viðgerð av tingmáli nr.
58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
1. viðgerð av tingmáli nr.
59/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 58/2001 og nr. 59/2001 verða viðgjørd undir einum.
Framløga.
Fundur lokin kl. 16.30.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari