Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

55. fundur

Týsdagur 12. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 12. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Helena Dam á Neystabø, Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og Helenu Dam á Neystabø, dagfest 8. februar 2002, har boðað verður frá, at Helena Dam á Neystabø frá 8. februar 2002 er limur í tingbólki Javnaðarfloksins.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vatninum í Sumbiarbergholinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-6/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í mentamálum um frískúlar.
    Málið avgreitt.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-50/2001 til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 13. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/2001 til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  4. Møguliga 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
  5. Svar upp á fyrispurningur nr. 100-45/2001 til Bjarna Djurholm, landstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi parkeringsviðurskiftum kring flogvøllin.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.00.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari