Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

54. fundur

Fríggjadagur 8. februar 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 8. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Jenis av Rana, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 51/2001 og 52/2001 vórðu viðgjørd undir einum.

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-49/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vatninum í Sumbiarbergholinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 12. februar 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vatninum í Sumbiarbergholinum.
  2. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-6/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í mentamálum um frískúlar.
  3. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.20.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari