Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

53. fundur

Hósdagur 7. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, hósdagin 7. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Dan R. Petersen og Jenis av Rana, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøka av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  4. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-44/2001 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi dagpeningaskipanini.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. februar 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 51/2001 og 52/2001 verða viðgjørd undir einum.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.15.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari