Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

51. fundur

Hósdagur 31. januar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, hósdagin 31. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen, Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen, og landsstýrismenninir Óli Holm og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá Helenu Dam á Neystabø, løgtingsmanni, dagfest 31. januar 2002, har boðað verður frá, at hon ikki longur er partur av parlamentariska grundarlagnum undir samgonguni.

Til viðgerðar: 

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr.27/2001: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin)
    Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 1 samtykt 26-0-0 Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Vilhelm Johannesen til § 1 fall 10-0-17. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr.100-46/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bakkaverjuni í Sumba,
nr. 100-47/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Fróðskaparsetri Føroya og
nr. 100-48/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hoyrilíkindum hjá bátum í føroyskum sjógvi.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 5. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Óli Holm, landsstýrismaður, leggur fram løgtingsmál nr. 101-6/2001: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini um frágreiðingina um frískúlar.
    Aðalorðaskifti verður týsdagin 12. februar 2002.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bakkaverjuni í Sumba.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Fróðskaparsetri Føroya.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (Rentutryggingarlógin).
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/2001 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt – Hest.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2001 frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, til ríkisumboðsmannin viðvíkjandi rentum til Danmarkar
  11. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari