Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

50. fundur

Týsdagur 29. januar 2002

kl. 10.00

Ár 2002, týsdagin 29. januar, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen, Henrik Old, Flemming Mikkelsen, Edmund Joensen, Lisbeth L. Petersen og Signar á Brúnni og landsstýrismenninir Óli Holm, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-5/2001: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, um frágreiðingina um at einskilja fyritøkur landsins.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 11.55
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið avgreitt.

  3. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 27/2001: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin) og nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyuting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 49/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini og nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 31. januar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr.27/2001: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin)
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.40 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari