Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

47. fundur

Hósdagur 17. januar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, hósdagin 17. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Ingi Olsen, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Helena Dam á Neystabø, og landsstýrismenninir Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2001: Uppskot til  løgtingslóg um marknaðarføring.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2001: Uppskot til  ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd.
    Málið beint í vinnunevndina.
    Tingmálini nr. 45/2001 og nr. 46/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. Famløga.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-44/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi dagpeningaskipanini.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 18. januar 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi dagpeningaskipanini.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2001 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi sýslumansskrivstovuni í Vestmanna.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari