Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

45. fundur

Hósdagur 20. desember 2001

kl. 15.45

 

Ár 2001, hósdagin 20. desember, kl. 15.45, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Rúna Sivertsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Óli Holm og Sámal Petur í Grund, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-6.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
    Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Flemming Mikkelsen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 31-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-2-9.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-2-8.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-6-0.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-6.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 15. januar 2002 kl. 13.30. Dagsskráin verður lýst seinni.

Formaðurin ynskti at enda tingmonnum eini gleðilig jól. 

Fundur lokin kl. 16.15.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari