Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
44. fundur |
Hósdagur 20. desember 2001 |
kl. 10.00 |
Ár 2001, hósdagin 20. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um
Leirvíksfjørð.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, fall 13-1-16. Uppskotið sostatt
fallið.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um
samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-3-2.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001: Uppskot
til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 5 og 7 samtykt 29-0-0. § 3, 3.11.1.18.
Bygningur til almennar stovnar í Klaksvík samtykt 14-3-12. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 29-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2001:
Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
§§ 1 og 2 samtyktar
23-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001:
Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Inga Olsen,
Henrik Old, Jógvan á Lakjuni og Kára P. Højgaard, til § 15 samtykt 23-6-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt
23-6-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti.
Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Henrik Old, Dan
R. Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1 og 15 samtykt 28-1-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 24-0-6.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning
av almannaveitingum.
§§ 1 og 2 fullu 13-0-17. Uppskotið
sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría
samanlegging o.a.
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
§§ 1 og 2 samtyktar
30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi
(Kapitalvinningsskattalógin).
Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O.
Heinesen, Flemming Mikkelsen Eilif Samuelsen og Kára P. Højgaard til § 13 samtykt 30-0-0. Broytingaruppskot
frá samdari fíggjarnevnd til §§ 9, 10, 14, 15, 16 og 17 samtykt 30-0-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 30-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar
avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin).
§§ 1 og 2 samtyktar
21-2-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen, til § 1 fall
8-4-16. §§ 1 og 2
samtyktar 22-1-7. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
36/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av
skatti.
Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Flemming Mikkelsen, Eilif
Samuelsen og Vilhelm Johannesen, til § 1 fall 14-2-14.
§§ 1 og 2 fullu 13-1-16.
Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi
koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
Formaðurin boðaði frá, at spyrjarin hevur tikið fyrispurningin aftur.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 20. desember 2001 kl. 15.40 við hesi
dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001:
Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
(avskrivingarlógin)
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001:
Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría
samanlegging o.a.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001:
Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 15.15.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein