Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

43. fundur

Mikudagur 19. desember 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 19. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Ingi Olsen, Jógvan við Keldu, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-37/2001 frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, viðvíkjandi verkætlanini berghol millum Fjarða og Kambsdal.
    Málið avgreitt.
  3. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-38/2001 frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, viðvíkjandi gjald fyri skúlabarnaflutning.
    Málið avgreitt.
  4. Frávik.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jógvan Durhuus, Óli Breckmann, Eyðun Viderø, Jóanis Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Jógvan á Lakjuni, Finnbogi Arge, Kári P. Højgaard, Henrik Old, Flemming Mikkelsen, Rúna Sivertsen, Heini O. Heinesen, Signar á Brúnni, Hergeir Nielsen og Edmund Joensen hava heitt á tingformannin um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 2. og 3. viðgerð av tingmálunum nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001, nr. 20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum, nr. 28/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum, nr. 29/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti, nr. 36/2001: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll, og nr. 43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og frá øllum tíðarfreistum í málunum nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin), nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), soleiðis at málini kunnu verða endaliga avgreidd frá tinginum hósdagin tann 20. desember 2001.
    Samtykt 17-0-0.
  5. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/2001 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uttanlandsfrádrátti hjá handverkarum.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin) og nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 20. desember 2001 kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn. landsstýrismanna v.m.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2001: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin)
  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  18. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
  19. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.30.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari