Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

41. fundur

Fríggjadagur 14. desember 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 14. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Landsstýrismenninir Óli Holm, Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr.17/2001: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt álit fram í tingmálunum nr. 41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., og nr. 42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 18. desember 2001 kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2001: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2001: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi serligari lóggávu um brek og brekað.
  12. Framløga.

Fundur lokin kl. 11.40.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari