Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

40. fundur

Hósdagur 13. desember 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 13. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Marjus Dam, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2001: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002.
    Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
    Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø til § 8, 8.21.6. Eldri og brekað fall 14-0-16.
    Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø til § 8, 8.21.8. Sosialar pensjónir fall 14-0-16.
    Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til §§ 2, 6 og 8 fall 13-1-16.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen, til § 20 fall 13-0-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 2, 2.13.3. Menningarhjálp fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 6, 6.38.1.07. Nýggir landsvegir fall 13-0-18.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 6, 6.38.17. Asfaltering við ferjulegur fall 13-0-18.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.2.01. Fólkaskúlin fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.2.02. Sernámsdepilin fall 14-0-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.23.3.08. Fiskivinnu- og havbúnaðargranskingarmiðstøð fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 7, 7.24.2.07. Leikpallur Føroya fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.20.3.04. Landssjúkrahúsið, § 8, 8.20.3.06 Medicoteknisk tól, § 8, 8.20.3.10. Klaksvíkar sjúkrahús, og § 8, 8.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.1.22. Stuðul til feløg fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.02. Bústovnur, serforsorg fall 14-0-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.04 Eldrarøkt fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.6.16. Eldrasambýli fall 13-1-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 8, 8.21.8.01. Fólkapensjón fall 14-0-17.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 10, 10.11.1.01. Sjálvstýrisfyrisitingin fall 12-1-18.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Vilhelm Johannesen til § 20, 20.54.1.01. Heildarveiting o.t. fall 8-0-23.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum, Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Kára P. Højgaard, til §§ 3, 5, 6, 7, 8, 9 og 20 samtykt 17-1-13.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 41/2001 og 42/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam, vegna Javnaðar- og Sambandsflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 43/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 19/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski, nr. 21/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir, og nr. 39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. desember 2001 kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr.17/2001: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari