Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

39. fundur

Mikudagur 12. desember 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 12. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Henrik Old, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt – Hest.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001.
    Uppskot landsstýrisins samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2001: Uppskot til samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum.
    Broytingaruppskot frá vinnunevndini samtykt 28-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-32/2001 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um sáttmálabrot.
    Málið avgreitt.
  7. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-33/2001 frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág.
    Málið avgreitt.
  8. Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-34/2001 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlabarnaflutningi.
    Málið avgreitt.
  9. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-36/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi hvussu ólíka ymsu føroysku bløðini verða stuðlað.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 12. desember 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2001: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málini nr. 41/2001 og 42/2001 verða viðgjørd undir einum.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.00. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari