Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

38. fundur

Týsdagur 11. desember 2001

kl. 13.30

Ár 2001, týsdagin 11. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Helena Dam á Neystabø og Hergeir Nielsen, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
    §§ 1 – 7 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-27/2001 frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi spekulasjón í sambandi við sølu av fiskiloyvum.
    Málið avgreitt.
  8. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-28/2001 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkakirkjuni.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 40/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 41/2001: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., og nr. 42/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-1/2001: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 17/2001: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum, og svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-42/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt – Hest.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. desember 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt – Hest.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2001: Uppskot til samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um sáttmálabrot.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-34/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlabarnaflutningi.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi hvussu ólíka ymsu føroysku bløðini verða stuðlað.
  11. Framløga

Fundur lokin kl. 18.15 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari