Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

37. fundur

Hósdagur 6. desember 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 6. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Dan R. Petersen og Marjus Dam, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jóanis Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðastuðli til yrkislærlingar og lesandi undir 18 ár.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2001: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
    Málið beint í vinnunevndina.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 9/2001: Uppskot til samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum, og nr. 18/2001: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 11. desember 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2001: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi spekulasjón í sambandi við sølu av fiskiloyvum.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkakirkjuni.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyring hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
  11. Framløga.

Fundur lokin kl. 19.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari