Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
35. fundur |
Týsdagur 4. desember 2001 |
kl. 13.30 |
Ár 2001, týsdagin 4. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Heðin Mortensen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen
og Sámal Petur í Grund, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá Jákup Suna Joensen, dagfest 3. desember 2001, við umsókn um farloyvi
frá 4. desember 2001 og 20 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í
Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Ingi
Olsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jákup Suna Joensen.
Til viðgerðar:
- Aðalorðaskifti um tingmál nr.
101-4/2001: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum sambært § 51,
stk. 4 í tingskipanini um uppskot til KT-vinnupolitik.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmálini nr. 1-4/2001:
Uppskot til eykajáttanarlóg fyri november 2001, og nr. 38/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin), at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt
fram tingmál nr. 39/2001:
Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagi at gera fast samband um
Leirvíksfjørð, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 24/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting,
og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 15/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og
nr. 22/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt
í Sandoynni.
Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001:
Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av
løn kommunulækna, og 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring
af lov for Færøerne om rettens pleje".
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 5. desember 2001 kl. 13.30, við hesi
dagsskrá:
- Ófráboðaðir fyrispurningar.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001.
Málið fer væntandi beinleiðis til 2. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
Málið fer væntandi beinleiðis til 2. viðgerð.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 8/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001:
Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn
kommunulækna.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov
om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
spekulasjón í sambandi við sølu av fiskiloyvum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2001
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
avgerðum í sambandi við skúlamálið á Trøllanesi.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.00.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari