Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

34. fundur

Fríggjadagur 30. november 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 30. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jákup Suni Joensen og Katrin Dahl Jakobsen, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Óli Holm vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Lisbeth L. Petersen, dagfest 28. november 2001, við umsókn um farloyvi frá 1. desember 2001, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eilif Samuelsen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Lisbeth L. Petersen.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    §§ 1 og 2 samtyktar 17-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-26/2001 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini.
    Málið avgreitt.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 1-3/2001: Eykafíggjarlóg fyri 2001, og nr. 37/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkakirkjuni, og svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/trupulleikunum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 4. desember 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2001: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um uppskot til KT-vinnupolitik.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 13.00. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari