Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

33. fundur

Hósdagur 29. november 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 29. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Dan R. Petersen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Óli Holm og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2001: Uppskot til samtyktar um langtíðarætlan viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum hjá fólki, sum bera brek.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2001: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-24/2001 frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av vanlukkum, ið kunna elva til dálking í sjónum.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndina hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje".

 

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini, og Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi spekulasjón í sambandi við sølu av fiskiloyvum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 30. november 2001 kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fólkakirkjuni.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari