Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

29. fundur

Hósdagur 22. november 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 22. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Vilhelm Johannesen og Marjus Dam, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard í skrivi, dagfest 19. november 2001, boðar frá, at hann tekur sæti á tingi aftur 19. november 2001.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, um verkætlanina berghol Millum Fjarða og Kambsdal.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Signar á Brúnni, løgtingsmanni, viðvíkjandi gjaldi fyri skúlabarnaflutning.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin)
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin), 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), og 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2001: Uppskot til løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 23. november 2001 kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2001: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysinger".
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari