Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

25. fundur

Hósdagur 8. november 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 8. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jákup Suni Joensen, Heðin Mortensen, Marjus Dam og Páll á Reynatúgvu, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlabarnaflutningi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  3. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-20/2001 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økismenningarpolitikki landsstýrisins.
    Málið avgreitt.
  4. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-22/2001 frá Jákup Lamhauge, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunum – yvirtiknum málsøkjum.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá at rættarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr.11/2001: Uppskot til samtyktar um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi, og nr. 14/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 18/2001: Uppskot til løgtingslóg um Ferðaráð Føroya, og nr. 21/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsvegir, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 19/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski, og nr. 28/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum, at Høgni Hoydal, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 20/2001: Uppskot um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum, at Sámal Petur í Grund, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 22/2001: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, og at Óli Holm, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 31/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar.

Tikið av dagsskrá
Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um landsvegin í Øravík, og svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fríhandilssáttmálum við onnur lond.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-35/2001 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. november 2001 kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Aðalorðaskifti um 101-02/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í vinnumálum um ferðavinnupolitikk.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um landsvegin í Øravík.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fríhandilssáttmálum við onnur lond.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.15. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari