Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

24. fundur

Mikudagur 7. november 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 7. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg september 2001.
    Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Dan R. Petersen, Edmund Joensen og Alfred Olsen til § 6 fall 14-1-15. Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Andreu Lervig til § 8 samtykt 30-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-11/2001 frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting/serskatting av hjúnum.
    Málið avgreitt.
  5. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-16/2001 frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, um yvirtøku av dómsvaldinum.
    Málið avgreitt.
  6. Eyðun Elttør, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-17/2001 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um sosial árin frá oljuvinnuni.
    Málið avgreitt.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 17/2001: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju, og nr. 30/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um barsilsskipan, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 24/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting, nr. 25/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (avskrivingarlógin), nr. 26/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), og nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin), og at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 23/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býti av Føroya parti av løn kommunulækna.

 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-34/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlabarnaflutningi.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 8. november 2001 kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlabarnaflutningi.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  3. Svar upp á fyrispurningur nr. 100-18/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um landsvegin í Øravík.
  4. Svar upp á fyrispurningur nr. 100-20/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økismenningarpolitikki landsstýrisins.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-22/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jákup Lamhauge, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunum – yvirtiknum málsøkjum.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fríhandilssáttmálum við onnur lond.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.40. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari