Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

21. fundur

Fríggjadagur 26. oktober 2001

kl. 10.00

 

Ár 2001, fríggjadagin 26. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Óli Breckmann, Ingi Olsen og Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Óli Holm, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg september 2001.
    Uppskot frá Heina O. Heinesen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-0-6. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-0.
    Málið avgreitt.
  3. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-19/2001 frá løgtingsmonnunum Jóannes Eidesgaard og Henrik Old viðvíkjandi koyringini til og frá Varda Verkstaðnum á Bakka í Vági.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 14/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um landsvegin í Øravík.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-30/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. november 2001 kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarviðurskiftunum/-trupulleikunum.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-16/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, um yvirtøku av dómsvaldinum.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2001 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um sosial árin frá oljuvinnuni.
  5. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 12.15 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari