Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

14. fundur

Mikudagur 3. oktober 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 3. oktober, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jákup Suni Joensen, Finnur Helmsdal og Finnbogi Ísakson, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Karsten Hansen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, um landsvegin í Øravík.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jóannes Eidesgaard og Henrik Old viðvíkjandi koyringini til og frá Varda Verkstaðnum á Bakka í Vági.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2001: Uppskot til samtyktar um ríkislógartilmæli um heildarveiting til Føroya í 2002 og uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um sama ríkislógartilmæli.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2001: Uppskot til samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-20/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økismenningarpolitikki landsstýrisins.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 9. oktober 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økismenningarpolitikki landsstýrisins.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2001: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002.
  3. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.35. 

Eyðun Viderø
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari