Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

12. fundur

Týsdagur 25. september 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 25. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jógvan á Lakjuni, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen, Henrik Old, Katrin D. Jakobsen, Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø, Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Høgni Hoydal, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Lisbeth L. Petersen í skrivi boðar frá, at hon tekur sæti á tingi aftur 25. september 2001.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, um yvirtøku av dómsvaldinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2001: Uppskot til eykajáttanarlóg september 2001.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 7/2001: Uppskot til samtyktar um ríkislógartilmæli um heildarveiting til Føroya í 2002 og uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um sama ríkislógartilmæli, og at løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm, Jenis av Rana, Finnur Helmsdal og Marjus Dam hava lagt fram tingmál nr. 9/2001: Uppskot til samtyktar um at skapa lógarheimild fyri samhaldsføstum eftirlønargrunnum.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-7/2001 til Sámal P. í Grund, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um játtan til sjúkrahúsverkið.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-17/2001 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um sosial árin frá oljuvinnuni

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 28. september 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2001 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, um sosial árin frá oljuvinnuni.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2001: Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2001: Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-7/2001 til Sámal P. í Grund, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, um játtan til sjúkrahúsverkið
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari