Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

10. fundur

Mikudagur 19. september 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, mikudagin 19. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-2/2001 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um flytan av stuðulsstovninum inn til Runavíkar.
    Málið avgreitt.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 4/2001: Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum, og nr. 6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 5/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr.100-13/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um fyribyrging móti ferðsluvanlukkum,
nr. 100-14/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðv. lurtaragjaldi og framtíðar loftmiðlapolitikki, og
nr. 100-15/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi siglingini um Vestmannasund.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 21. september 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um fyribyrging móti ferðsluvanlukkum.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-14/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðv. lurtaragjaldi og framtíðar loftmiðlapolitikki
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi siglingini um Vestmannasund
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2001: Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin).
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2001: Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2001: Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.00 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari