Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

9. fundur

Týsdagur 11. september 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, týsdagin 11. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Henrik Old, Jenis av Rana, Alfred Olsen, Kári P. Højgaard, Helena Dam á Neystabø og Jógvan Durhuus, Anfinn Kallsberg, løgmaður, Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ítróttarháskúla og frælsum ítróttarøki í Hoydølum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2001 til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rundskrivi frá 28.12.1992 um 67 ára fráfaringaraldur.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2001 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, um rentu av faldnari skuld til landskassan og mótvegis landskassanum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting/serskatting av hjúnum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingssamtyktini um 120-daga regluna um uppsagnarfreist.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-4/2001 frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um programmnevndir í útvarpi og sjónvarpi.
    Málið avgreitt.
  7. Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-6/2001 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Brandskúla við Áir.
    Málið avgreitt.
  8. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-5/2001 frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, (Vilhelm Johannesen) um ferðasambandið um Leirvíksfjørð.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 19. september 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-2/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um flytan av stuðulsstovninum inn til Runavíkar.
  3. Framløga.

Um tingfundur verður áðrenn mikudagin 19. september 2001, verður hann lýstur á vanligan hátt.

 

Fundur lokin kl. 16.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari